Avstralsk tjóvaklukka

 

Avstralsk tjóvaklukka er bert 3-4 mm long, og hevur langar kampar og bein og er heilt smøl millum fram- og afturkroppin og hevur breiðar akslar. Hon er morreyð á liti, og rípurnar á teimum stívu hørðu verndarveingjunum eru klæddar við hárum. Innanundir eru teir stóru, kláru veingirnir, ið tjóvaklukkan flýgur við. Avstralsk tjóvaklukka líkist heilt nógv fýri. Avstralsk tjóvaklukka eitur á latíni Ptinus tectus.

Í 2003 skrivaði Dorete Bloch eina grein í Frøði um hetta dýrið.

pic_99_Avstralsk+tj%C3%B3vaklukka.jpg