CITES loyvi

Tað er ikki loyvt at flyta øll sløg av djórum og plantum til onnur lond. Nøkur djóra- og plantusløg í Føroyum eru fevnd av CITES sáttmálanum, og tí er neyðugt at søkja um loyvi, um tey skulu flytast til onnur lond. Sløg sum krevja loyvi eru t.d. grindahvalur og tjaldursbørkubóndi.

Sløg á CITES listanum

Yvirlit yvir sløg á CITES listanum

Tann ið ynskir at flyta eitt djór ella plantu (ella eitt nú eitt sýni tikið til gransking, ella eina grindalykkju til matna) á CITES listanum av landinum, skal senda eina umsókn til savn@savn.fo við yvirskriftini: "CITES umsókn".

Í umsóknini skal standa:

  • Navn og føroysk addressa hjá útflytara.

  • Navn og útlendsk addressa hjá innflytara.

  • Slag, t.d. grind.

  • Endamál, t.d. til matna ella gransking.

  • Hvussu stór nøgdin er. Hon skal í mesta lagið vera 10 kg pr. persón, tá talan er um privata nýtslu.

Vit senda so eitt útflutningsloyvi aftur. Tað útflutningsloyvið skal umsøkjari senda saman við einari umsókn um innflutning til eitt annað land. Er talan um Danmark, so liggur umsóknarskjalið á heimasíðuni hjá www.cites.dk "Import/(re)eksport fra/til lande uden for EU".

Yvirlit yvir CITES myndugleikar í øðrum londum.