Dustlús

 

Dustlús er 1-2 mm long og hevur ongar ella heilt evarska lítlar veingir, ið hon ikki kann flúgva við. Eyguni eru stór og standa út úr tí stóra høvdinum, og for- og bakkroppur eru tvíbýttir við 8-10 liðum. Hon er ljósagrá ella brúnlig á liti, og skyggir, tá ið hugt verður at henni. Heitið “dustlús” sipar ikki til eitt einstakt djóraslag, men ein undirhóp av djórum, sum á latíni eitur Copeognatha.

Í 2004 skrivaði Dorete Bloch eina grein í Frøði um hetta dýrið.

Dustlus520x354.jpg