Fólkalívsdeild

Fólkalívsdeildin hevur savn fyri yngri tíð, har ábyrgdarøkið er at savna inn, skráseta, varðveita, granska og miðla materiella mentanararv landsins frá nýggjari tíð – frá trúbótini uml. 1550 til í dag.

Í mentanarsøguligum høpi verður tíðin fram til uml. 1900 vanliga nevnd “gamla bóndasamfelagið” ella preindustriell tíð, ímeðan tíðarskeiðið eftir umleið 1880 fram til umleið 1970 vanliga verður nevnt “fiskivinnusamfelagið” ella “ídnaðaðartíð”.

Bæði hesi høvuðstíðarskeið kunnu greinast í styttri søguskeið, t.d. einahandilstíðin, slupptíðin, o.s.f


 
 

Verkætlanir

 
 

Samband