Tjóðsavnið tekur fegið ímóti gripum og øðrum tilfari frá privatpersónum, sum vit meta vera viðkomandi til lýsing av mentanarsøgu Føroya.

Tá vit fáa eitt tilboð um innlating til savnið, meta vit, um gripurin ella tilfarið lýsa livihátt, starvslíkindi og mentan føroyinga, og um gávan er í samsvari við galdandi innsavningarpolitikk savnsins. Tað hevur týdning at kenna søguna hjá teimum gripum og tí søguliga tilfari, ið verða latin savninum. Dentur verður lagdur á at kunna greina heiti, nýtslu og eigara ella brúkara og helst eisini meira.


Ynskir tú at lata ein lut inn til Tjóðsavnið skal oyðiblað útfyllast og latast inn saman við lutinum


Treytir

Áðrenn komið verður við lutum, eigur gevari at venda sær til savnsvørðin, ið varðar av viðkomandi søguliga málsøki.

Tikið verður ikki ímóti lutum at hava í varðveitslu uttan ognarrætt. Lutir, ið verða latnir savninum, verða latnir tí til ognar, við øllum rættindum tilskilaðum (sambært lóg um upphavsrætt). Hetta er grundað í, at tað almenna við gávuni bindur seg til at varðveita tað, sum tikið verður ímóti, til framtíðar ættarlið, og harvið bindur seg til í framtíðini at gera íløgu í varðveitsluuppgávuna. Hetta ger, at savnið tilskilar sær rætt til at "velja og vraka". Valið verður gjørt við støði í søgufakligum metingum, sum stovnurin ger í hvørjum einstøkum føri.

Vaktarfólk í framsýningunum hava ikki heimild at taka ímóti gripum uttan nærri avtalu millum gevara og nevndu ábyrgdarfólk.

Lutir, ið savnið tekur ímóti, verða innskrivaðir í samlingar tess, við øllum viðkomandi upplýsingum, og kunnu einans verða útskrivaðir aftur við góðkenning frá avvarðandi landsstýrismanni.

Í sambandi við avhending verður gjørd ein skrivlig avtala um, at gevarin letur tí almenna fullan ognarrætt til tað, ið verður avhendað.