HVAT KANN EG UPPLIVA?

Tjóðsavnið hevur sum høvuðsendamál at savna, granska og miðla vitan um føroyska náttúru, mentan og søgu. Á Tjóðsavninum kanst tú síggja spennandi høvuðsframsýningina í Brekkutúni, útisavnið Hoyvíksgarður umframt heilt serligar upplivingar í Koltri og Saksun.

Talan er bæði um fastar framsýningar og serframsýningar, sum verða settar upp í styttri og longri tíðarskeið, bæði á Tjóðsavninum og á øðrum støðum í landinum. 

 

Framsýningar hjá Tjóðsavninum

Brekkutun5.jpg

Mentan og Náttúra

Føst framsýning um føroyska náttúru- og mentanarsøgu við tættum úr jarðfrøðini, plantufrøðini, sjódýrafrøðini landdjórafrøðini, fornfrøðini, fólkalívi og nýggjari søgu

3mai17_0038.jpg

Hoyvíksgarður

Hoyvíksgarður liggur í vøkrum gomlum landslagi stutt út miðbýnum í Havn. Ein náttúruperla og ein tíðarlummi, har tú kanst uppliva ein gamlan føroyskan garð við sethúsum og úthúsum. 

Koltur6.jpg

Koltur

Koltur er eitt heilt serstakt og sjáldsama væl varðveitt dømi um byggingina í gamla bóndasamfelagnum. Her ganga náttúra, søga og gestablídni upp í eina hægri eind.

10336594_710171689028785_3418444505483008995_n.jpg

Dúvugarðar

Dúvugarðar í Saksun liggja sera vakurt í stórslignum landslagi. Gomlu sethúsini og úthúsini, sum eru 200 ár og yngri, eru útisavn.