UM FRAMSÝNINGINA

Útisavnið í Hoyvík

Hoyvíksgarður liggur í vøkrum gomlum landslagi stutt út miðbýnum í Havn. Har ber til uppliva ein gamlan føroyskan garð við sethúsum og úthúsum. Søgn er, at sethúsini upprunaliga stóðu í Kúrdali, men at bóndin, sum festi í 1722, flutti tey oman hagar, tey nú standa.

Hoyvíksgarður varð virðismettur til 12 merkur uttangarðs og 18 merkur innangarðs. Garðurin bar 440 áseyðir.

Úthús og umhvørvi

Fyrst í 1800-árunum hevði festigarðurin 308 áseyðir, 7 mjólkikýr, 1 fýramannafar og 1 áttamannafar. Uppsitaragarðurin hevði 180 áseyðir, 5 mjólkikýr og 1 fýramannafar.

Úthúsini standa á heimrustini og niðan í geilina, fjós, hjallar, hoyggjhús o.s.fr. Í Kúrdali var vatnmylla.

Geilin gongur frá henni niðan gjøgnum bøin. Neytini vórðu rikin gjøgnum geilina niðan í hagan.

Í 1810 varð garðurin býttur í tvey festi, har fútin hevði annað í løn. Fútahúsini stóðu beint eystanfyri hesi húsini og vórðu niðurtikin í 1920, tá tann parturin av garðinum varð gjørdur til royndarstøð.

Í 1810 vóru 10 fólk í húsi hjá bóndanum og 6 fólk hjá uppsitara fútans.

Sethúsini

Sethúsini eru í dag innrættað sum umleið í 1920. Eystari partur av húsunum var í festi, og vestari partur í ogn. Ognarparturin var til eldru bóndahjúnini, tá ið yngra ættarliðið hevði tikið við festinum.

Roykstovan var arbeiðs- og uppihaldsrúmið á garðinum. Her varð matur gjørdur, ull virkað, seyður flettur og mangt annað. Her savnaðist fólkið á garðinum um kvøldanar at siga frá søgum, kvøða og hugna sær.


UPPLATINGARTÍÐIR
 

15. mai - 15. SEPTEMBER

Mánadag - sunnudag
kl. 10 - 17

Kúrdalsvegur 16
Hoyvík
Telefon 340 500
tjodsavnid@savn.fo