UM FRAMSÝNINGINA

Heimi í Húsi

Býlingurin Heimi í Húsi er eitt sjáldsama væl varðveitt dømi um byggingina í gamla bóndasamfelagnum. Býlingurin hevur tveir garðar, Niðri í Húsi og Uppi í Búð, við tilhoyrandi úthúsum og lívgandi grótgørðum. Allir bygningar, bæði teir, sum standa uppi, og teir sum eru smokkaðir saman, eru bygdir eftir gamlari siðvenju, og hesin skyldskapur millum tey ymisku húsini gevur eina heilt sjáldsama heildarmynd, væl tillagað eftir landslagnum.

Tíðarfestingar av brendum byggkorni vísa, at fólk hava búð Heima í Húsi síðan víkingaøld í 800-900 árunum. 

Norðri í Gerði

Navnið á býlinginum Norðri í Gerði bendir á, at bústaðurin her er yngri enn Heima í Húsi. Har var eitt gerði, sum var lagt inn í bøin.

Í elstu jarðarbókini, jarðarbókini frá 1584,  sæst kortini, at bygt varð har áðrenn 1584. Tá var annar av teimum báðum gørðunum í Koltri har.

Seinni varð aftur býtt sundur, soleiðis at tveir garðar vóru Heima í Húsi og tveir Norðri í Gerði.

Longu í 1949 staðfesti danski fólkalívsfrøðingurin, Holger Rasmussen, sum gjørdi kanningar í Koltri, at býlingurin ikki var eins væl varðveittur og hin syðri og var merktur av nýggjari byggihátti. Tak niður grein eftir Holger Rasmussen.

Í býlinginum Norðri í Gerði er sostatt ein yngri byggisiður umboðaður, og hann hevur ikki minni týdning enn hin. Byggingin har umboðar byggisiðin eftir tað gamla bóndasamfelagið, har onnur enn bóndur bygdu sær hús og sosiala mynstrið í Føroyum broyttist. Í tíðini frá aldarskiftinum 1900 og nøkur áratíggju fram vórðu hús bygd, har búskapurin var grundaður á fiskivinnu.

Í mun til býlingin Heima í Húsi umboðar býlingurin Norðri í Gerði tí eina yngri tíð í menningini av tí føroyska samfelagnum, har greitt tilknýti kortini sæst aftur eftir.

Á Gróthústanga

Gróthústangi er nevndur eftir gróthúsunum, sum har standa. Hesi eru øll úthús, sum standa í framhaldi av hvørjum øðrum heilt út á tangan. Tað langa gróthúsið, eitt sindur kreppt, ið stendur ytst, eins og savnar landslagið út á bakkan.

Gróthúsini vóru nýtt sum torvhús. Í Koltri eru eingir torvheiðar, og frá gamlari tíð varð torvið til brenni skorið í Syðradali á Streymoy, seinni í Skopun á Sandoy, haðani tað varð ført við báti.

Í góðum veðri kundi torvið verða landað í fjøruni á tanganum, fyri síðani at verða borið niðan í torvhúsini.

Í kendari tíð hoyrdu torvhúsini á Gróthústanga til garðarnar Norðri í Gerði. Torvið hjá bóndrunum  Heimi í Húsi varð landað á Lónni, sandinum norðan fyri býlingin, og borðið í torvhús í tí býlinginum.


VITJA KOLTUR

Samband