UM FRAMSÝNINGINA

SERFRAMSÝNING

Seglvirkið í Havn

Fyri nøkrum árum síðani fekk Tjóðsavnið gripirnar í søguríka Seglvirkinum í Havn í varðveitslu. Á Mentanarnáttini 1. juni kanst tú uppliva henda spennandi kapittulin í maritimu søgu Føroya

Í slupptíðini vóru seglmakarar úti um alt landið har skip vóru. Um vetrarnar seymaðu og umvældu menn segl á seglloftum. Ein teirra, sum fekk sær hetta maritima yrkið sum vinnuveg, var Niels Nielsen, Niels í Heiðunum (1885-1974). Hann var fiskimaður, skiparalærdur, og giftist til Havnar. Kona hansara, Anna Maria, Mia, fødd Arge, var eisini kend fyri at seyma føroysk fløgg til fiskiskip undir krígnum, og helt fram at seyma fløgg inn í 1960-árini.

Ein sonur teirra var Leivur (1925-91). Hann fór í læru sum seglmakari hjá pápanum í 1945, og gjørdi sveinastykkið í København í 1948. Tað var nóg mikið at gera, segl og presendingar og annað.

Seglvirkið hjá Nielsi og Leivi varð sett á stovn í 1949 sum partafelag, og feðgarnir seymaðu segl heima í kjallaranum í Tórsgøtu. Fleiri synir Miu og Niels dugdu at seyma segl. Leivur var helst tann seinasti seglmakarin í Havn, men bróðursonurin Høgni Nielsen lærdi eisini til seglmakara, og varð útlærdur í 1970. Tá seymaði Niels í Heiðunum framvegis.

Niels í Heiðunum gekk undan at stovna Sluppgrunnin í 1962. Grunnurin keypti Westward Ho í 1967 frá fyritøkuni T.F. Thomsen á Tvøroyri. Niels var fyrsti formaður í stjórnini. Niels og Leivur áttu nógvar tímar umborð á Westward Ho, og vóru uppií at varðveita og seta sluppina í stand.  

Fyri nøkrum árum síðani fekk Tjóðsavnið alt tað, sum var á Seglvirkinum. Svanhild Nielsen, einkjan eftir Leiv, hevði Seglvirkið í sínari varðveitslu, og sá til, at savnið fekk alt í varðveitslu og til ognar.

Tað er ikki smávegis av gripum, amboðum og útgerð. Seglbeinkir, kósir, blokkar, seymimaskinur, saksar, passarar, mátibond, nálir og eskjur, bíleggingarbøkur, tekningar og uppmátingar av seglum, seglkort, bøkur o.a.m.      

UPPLATINGARTÍÐIR

Serframsýningin um Seglvirkið í Havn letur upp í Finsen í sambandi við Mentanarnáttina í Havn 1. juni 2018 og verður har til 10. juni. Síðani verður framsýningin flutt niðan á Tjóðsavnið í Brekkutúni.  

 

Opið er í Finsen

1. - 10. juni 2018

 

Opið er í Brekkutúni

13. juni - 15. september 2018