Jól á Tjóðsavninum

Sunnudagin 2.desember eru jólaminnir, endurnýtsla, søgufrásøgn, heimagjørdar jólagávur og samvera millum ættarlið í hásæti á Tjóðsavninum. Savna tíni næru og kæru og kom til ókeypis jólahugna á Tjóðsavninum í Brekkutúni og í Hoyvíksgarði. Brúka tíni kreativu evni í jólaverkstovuni, hoyr eina stuttliga jólasøgu og droym teg burtur í nostalgisku jólaframsýningini við endurminningum og jólapráti. Spáka ein túr oman í Hoyvíksgarð og uppliva jólafriðin áðrenn facebook og blunkandi perur

 

Jólaskráin í Brekkutúni kl. 14-18

  • Kl. 14-18 Serframsýningin “Nostalgisk jól - Minnist tú…?”
    (er opin hósdag og sunnudag allan desember)

  • Kl. 14-18 Finn allar klintrinissurnar og loyniliga jólaorðið, sum tær hava goymt í framsýningini. Vit draga lut um eitt gávukort til savnsbúðina

  • Kl. 14-18 Jólahugni í jólakaffistovuni við smákøkum og piparnøtum

  • Kl. 14-18 Jólasøla í savnsbúðini

  • Kl. 14.30 Jólasøgan um Herviliga Henry. Okkara nýggi fryntligi savnslærari Tórarinn fortelur skemtiligu søguna óskikkiliga Henry

  • Kl. 15-17 Kreativ jólaverkstova fyri stór og smá

  • Kl. 17.15 Theodor Dam Eli Olsen, prestur, hugleiðir um jól og advent

  • Kl. 17.45 Vinnarin av klintrinissu-kappingini verður funnin


Jólaverkstova

Í jólaverkstovuni er møguleiki at prýða eina jólakúlu – tak kúluna heim við, ella hjálp okkum at pynta jólatræið á Tjóðsavninum. Eisini kanst tú geva gomlum knappum nýtt lív sum prýðiligir oyraringar. Tú kanst eisini taka tær av løttum við einum drekkamunni í jólakaffistovuni við panorama útsýni yvir allan fjørðin, njóta eitt gott prát, ella eina stilla løtu við jólatónleiki.

Ókeypis uppskriftir heim við

Hugni og matur fylgjast at, og tí hava vit savnað nakrar lekkrar jólauppskriftir á prenti til tín at taka heim við. Okkurt nýtt og okkurt gamalt - frá okkum til tykkum.


 
theodor-ed-olsen.jpg

Theodor hugleiðir

Nú jólini standa fyri durum hava vit eisini fingið Theodor E.D. Olsen at koma framvið at hugleiða um advent og jól.

Klokkan 17.15


img_0688.jpg
 

“Nostalgisk jól - minnist tú…?"

Í serframsýningini “Nostalgisk jól - minnist tú…?” verða lutir sýndir fram, ið knýta seg til jóltíðir. Lutir ið vekja nostalgiskar kenslur og fáa jólaminnini fram. Alt frá kassettubondum frá 80´unum, Quality Street karamellueskjurnar frá farnum árum til sparkarar frá 60´unum og ikki at gloyma - jólapyntið av ovastalofti!

Fasta framsýningin um mentan, søgu og náttúrugripir á Tjóðsavninum er eisini opin og er hetta eitt gott høvi at síggja framsýningarnar fyri fyrstu ferð ella uppliva tær av nýggjum.

Jólasølubúðin

Gloym ikki at vitja okkara jólasølubúð, sum hevur eina rúgvu av nýggjum og spennandi lutum! Møguliga finnur tú júst røttu gávuna hjá okkum.


Jól í Hoyvíksgarði

Kúrdalsvegur 15, sunnudagin 2. desember kl. 15-18

 
26828735_10215189387357806_168407201_o.jpg
 

Úr Brekkutúni er stutt at spáka (ella koyra) oman í Kúrdal at vitja Hoyvíksgarð har jólahugnin av sonnum er komin í húsið. Har verður kynt við torvi í komfýrinum, heimagjørda jólatræið er komið upp og er pyntað og jólastásið er funnið fram. Í roykstovuni stákast húsfrúnnar til jóla.

Kom og njót heilt serliga jólafriðin og uppliv, hvussu jólini vóru fyrr - áðrenn blunkandi jólaperur og jól við fullari ferð vóru veruleiki.

Jólatiltakið á Tjóðsavninum og í Hoyvíksgarði er ókeypis og fyri alla familjuna.

Allan Dalsgarð