Gulleyga

 

Gulleyga er uml. 2 cm langt. Kroppurin hevur ein kláran, grønan lit. Á høvdinum hevur tað tveir langar, klænar kampar. Grøni kroppurin sæst týðuliga gjøgnum teir fýra veingirnar, ið eru klára ljósagrønar glærur. Veingjaspennið er knappar 3 cm. Gulleyga eitur á latíni Chrysopa carnea.

Í 2009 skrivaði Dorete Bloch eina grein í Frøði um hetta dýrið.

pic_112_Veggjalús.jpg