Konservator

Á Tjóðsavninum er ein siðsøguligur konservator. Uppgávan hjá konservatorinum er at síggja til, at allir lutir, antin teir eru á goymslu ella framsýning, vera vardir til komandi tíðir. Bygdasøvn, kirkjuráð og onnur kunna fáa ráð og vegleiðing um varðveiting og konservering frá konservatorinum.

Misjavnt er, hvussu væl varðveittir lutirnir, ið vera latnir savninum, eru. Umframt konservering/viðgerð er tí av størsta týdningi, at ljós, hiti og luftvæta eru í lagi, eins og innbúgv og pakkitilfar er av røttum slag. 


Samband