Søla av myndum

Tjóðsavnið hevur eitt stórt myndasavn við søguligum myndum og møguleiki er hjá privatfólki, stovnum, feløgum og fyritøkum at keypa myndir úr savninum

Prísir

Til privatpersónar og miðlar: 50 kr. fyri hvørja

Til bókaútgávu ella tíðarrit: 250 kr. fyri hvørja

Til lýsingar og annað vinnuligt endamál: 1.000 kr. fyri hvørja

Í teimum førum har roknast kann við, at eitt størri leitiarbeiði skal gerast, verður ein tímakostnaður á 300 kr. um tíman avtalaður frammanundan.

Allar myndir verða latnar talgildar.


Treytir fyri endurgerð

Eitt eintak av tí útgivna, har myndin kemur fyri, skal sjálvboðið og kostnaðarleyst sendast til Tjóðsavnið, Kúrdalsvegur 16, Postsmoga 1155, FO-110 Tórshavn ella til tjodsavnid@savn.fo

Í tí útgivna skal týðuliga tilskilast, at Tjóðsavnið eigur myndina og, um upplýsingarnar eru til skjals, nær myndin er tikin og hvør hevur tikið hana.

Tilfarið má ikki endurnýtast ella latast triðjamanni uttan skrivligt samtykki frá Tjóðsavninum. Elektronisk goymsla av tilfarinum er bert loyvd í tíðarskeiðinum, elektronisk viðgerð í sambandi við framleiðsluna er neyðug, tvs. at øll talgild avrit skulu strikast eftir brúk.


Soleiðis gert tú

  1. Set teg í samband við okkum við at ringja á telefon 340 500 ella við telduposti til olavuro@savn.fo og vit finna fram til myndirnar tú hevur ynski um

  2. Tá vit hava funnið myndirnar og tú ynskir at keypa hesar, skal tú fylla út oyðiblaðið niðanfyri við tali av myndum, hvat tær skulu nýtast til og tínum upplýsingum

  3. Tú fært teldupost sendandi við myndunum og rokning fyri myndirnar


Bílegging

Tínir upplýsingar
Um tað er ein fyritøka ið keypir
Samtykki *

Samband