Silvurkykt

 

Silvurkykt eru vanlig djor i husum. Fert tú inn í eitt myrkt, eitt sindur slavið rúm t.d. eitt vesi, um náttina, sært tú ofta eitt lítið akslabreitt djór, ið kvikliga rýmir undan ljósinum. Tað er eitt vanligt silvurkykt.

Trý sløg í ættini Silvurkykt (Lepismatidae) hava fingið føroyskt navn. Tey eru: Vanligt silvurkykt Lepisma saccharina, Bustsilvurkykt Ctenolepisma longicaudata og Eldsilvurkykt Thermobia domestica. Tó, eldsilvurkykt er ikki staðfest í Føroyum. Slagið, sum áður varð nevnt silvurfiskur eitur nú (av fleiri orsøkum) vanligt silvurkykt.

Í 2007 skrivaði Dorete Bloch eina grein í Frøði um hetta dýri og í 2017 skrivaði Elisabet Thomsen eina um bæði bustsilvurkykt og vanligt silvurkykt.

pic_106_Silvurfiskur.jpg