Starvslýsing: Fornfrøðingur til Tjóðsavnið

 
Fornfrøðiligur útgrevstur á Velbastað í 2017.JPG
 

Tjóðsavnið søkir eftir fornfrøðingi til Fornfrøðideildina at seta í starv 1. juni 2019. Talan er um parttíðarstarv við brøkinum 3/5, sum møguliga kann blíva eitt fulltíðarstarv.

Fornfrøðideildin lýsir gerandislív og mentan føroyinga, frá landnámi og upp í nýggja tíð, út frá fornminnum á landi og á havbotninum. Ábyrgdarøki er at fyrireika og standa fyri útgrevstri og uppmáting av toftum og fornum búplássum í Føroyum, at skráseta og kortleggja jarðfest fornminni og søgulig lendir og at hava eftirlit við fornminnum. Eisini er uppgávan at savna, skráseta, granska og miðla fornlutir. Harumframt viðger Fornfrøðideildin friðingar- og byggimál í sambandi við mentanarminni og jarðfest fornminni á landi og í sjónum og ger tilmæli til Fornminnisnevndina í friðingarmálum.

Tann ið settur verður, skal loysa uppgávur í fornfrøðitoyminum eftir ávísing frá leiðaranum á Fornfrøðideildini. Týðandi partur av arbeiðinum er at taka sær av fornfrøðiligum myndugleikauppgávum í sambandi við útbyggingar hjá landi, kommunum og øðrum, har fornminni møguliga eru. Arbeiðið inniber eisini at brúka nýggja tøkni í sambandi við uppmátingar og rannsóknir, t.d. GPS, totalstatión, dronu og georadara, umframt eftirviðgerð av uppmátingardátum í telduforritum sum ArcGIS og Agisoft.

Uppgávur

Høvuðsuppgávurnar hjá fornfrøðinginum eru:

  • Antikvarisk málsviðgerð í sambandi við jarðfest fornminni og fornminni í sjónum

  • Samskifti við byggiharrar, arbeiðstakarar, byggimyndugleikar og aðrar myndugleikar

  • Gera tilmæli

  • Fornfrøðiligir útgrevstrar

  • Eftirviðgerð og frágreiðingar

  • Lendisskráseting

  • Gripaskráseting

  • Framsýningararbeiði

  • Miðlan av fornfrøði


Førleikar

Vit vænta, at tú hevur:

  • Útbúgving í fornfrøði

  • Tekniskar førleikar

  • Miðlanarevni

  • Samstarvsevni

at tú ert:

  • Ágrýtin

  • Álitisvekjandi

  • Tænastusinnað/ur

  • At tú dugir at orða teg á føroyskum, norðurlendskum og enskum

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið.


Vit kunnu bjóða

Eitt sera fjøltáttað, spennandi og avbjóðandi starv. Tann ið settur verður, skal kunna arbeiða í toymi við bundnum uppgávum, men eisini sjálvstøðugt við egnum hugskotum.

Fleiri upplýsingar

Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Helga D. Michelsen, leiðara á Fornfrøðideildini, tlf. 790553 ella helgim@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.

Umsóknir

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til savn@savn.fo

Ella til

Tjóðsavnið
Kúrdalsvegur 15
Postrúm 1155
110 Tórshavn

Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. apríl 2019


Samband