Starvslýsing: Konservator til Tjóðsavnið

 
26782095_10215194543766713_1769361231_o.jpg

Tjóðsavnið søkir eftir náttúrusøguligum konservatori at seta í starv 1. des. 2019 ella skjótast gjørligt eftir tað. Talan er um eitt fjøltáttað starv. Konservatorurin hevur ábyrgd av og eftirlit við øllum goymslum hjá náttúrusøguligu deildunum á Tjóðsavninum. Tær eru plantudeildin, landdjóradeildin og sjódjóradeildin. Harafturat hevur konservatorurin eisini ábyrgd av teimum lutum í framsýningini, sum knýta seg at somu deildum. Konservatorurin hevur eisini til uppgávu at fáa sett upp lutir og framleitt lutir, sum skulu sýnast fram.

Konservatorurin verður partur av tveimum toymum. Eitt við savnsvørðunum á náttúrusøguligu deildunum og eitt saman við miðlafólkunum. Tær uppgávur, sum konservatorurin ikki sjálvur megnar at loysa, skal hann finna onnur at loysa fyri savnið.

Uppgávur

Høvuðsuppgávurnar hjá konservatorinum eru at:

  • Røkja náttúrusøguliga savnið

  • Røkja náttúrusøguliga partin av framsýningum Tjóðsavnsins

  • Taka móti djórum til konservering og varðveiting

  • Gera kopi og avstoypningar til framsýningar


Vit vænta, at tú hevur

  • Útbúgving innan konservering av náttúrusøguligum tilfari

  • Koyrikort til persónbil

  • Góð samstarvsevni og ert ágrýtin

  • Góð evni at arbeiða við fjølbroyttum uppgávum

Eginleikar

Tú skalt vera fleksibul, kreativ/ur og duga at arbeiða undir trýsti. Tú skalt vera tænastusinnað/ur og sinnað/ur at finna loysnir. Harafturat skalt tú duga at arbeiða sjálvstøðugt og saman í toymi.

Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Fleiri upplýsingar

Meira fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Súsannu Joensen, siðsøguligur konservator á Tjóðsavninum, tlf. 790555 ella susannaj@savn.fo

Umsóknir

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til:

Tjóðsavnið
Postrúm 1155
110 Tórshavn

ella til savn@savn.fo

Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. september 2019.


Tjóðsavnið er eitt náttúru- og fornminnissavn. Tjóðsavnið varðar eisini av myndugleikauppgávum í sambandi við Fuglaveiðilógina, lokal søvn í landinum, mentanarsøgulig skip og friðing av fornminnum og bygningum.


Samband

 
Allan Dalsgarðstarvslýsing