Starvslýsing: Reingerðarfólk til Tjóðsavnið

 

Reingerð á Tjóðsavninum

Søkt verður eftir fólki at vaska í fyrisitingini hjá Tjóðsavninum – í Kúrdali í Hoyvík. Talan er um 20 tímar um vikuna at seta skjótast gjørligt. Starvið er tímalønt og fevnir um alla vanliga reingerð.

Vit vænta, at tú ert

  • Álítandi og ábyrgdarfull/ur

  • Fyrikomandi og arbeiðssom/samur

  • Før/ur fyri at skipa arbeiðið sjálv/ur og kanst arbeiða sjálvstøðugt

Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men ikki ein treyt.

Setanar- og lønarviðurskifti

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsókn

Skrivlig umsókn og møgulig viðmæli skulu sendast við telduposti til savn@savn.fo og merkjast ”Reingerðarfólk”.

UmóknarFreist

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. september 2019.


Samband

 
Allan Dalsgarðstarvslýsing