Starvslýsing: Savnsvørður til plantudeildina

 
silene+acaulis2.jpg
 

Tjóðsavnið søkir eftir savnsvørði til plantudeildina at seta í starv 1. januar 2019. Endamálið hjá plantudeildini er at savna og varðveita plantur og aðrar náttúrugripir, umframt at granska í okkara náttúru og miðla hesa vitan, m.a. í framsýningini hjá Tjóðsavninum.


Uppgávur

Høvuðsuppgávurnar hjá savnsvørðinum eru at:

  • Standa fyri innsavningararbeiðinum

  • Røkja plantusavnið

  • Skipa fyri rannsóknararbeiði og gransking

  • Miðla plantulívið í Føroyum m.a. við framsýningum og útgávum

  • Geva plantufrøðiliga ráðgeving


Førleikar

Vit vænta, at tú hevur:

  • Hægri útbúgving í lívfrøði

  • Serliga vitan um og áhuga fyri føroysku náttúruni

  • Serligan áhuga fyri føroyskum plantum og plantulívi

  • Góðan málsligan kunnleika, serliga í føroyskum

  • Góð miðlanarevni

  • Góð samstarvsevni og ert ágrýtin


Lønar- og setanartreytir

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.


Vit kunnu bjóða

Eitt sera fjøltáttað, spennandi og avbjóðandi starv. Tann, ið settur verður, skal kunna arbeiða sjálvstøðugt við egnum hugskotum eins og við bundnum uppgávum.


Fleiri upplýsingar

Umsøkjarar kunnu seta seg í samband við Herleif Hammer, stjóra á Tjóðsavninum, tlf. 340500 ella herleifh@savn.fo, fyri at fáa meira at vita um starvið.


Umsóknir

Umsóknir við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum skulu sendast til savn@savn.fo

Ella til

Tjóðsavnið
Kúrdalsvegur 15
Postrúm 1155
110 Tórshavn

Umsóknir skulu vera Tjóðsavninum í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. november 2018


Samband