Tvísterta

 

Tvísterta er eitt skordjór, sum ofta er at finna innandura. Hon er uml. 12-15 mm long, tá tongin er íroknað. Kroppurin er brúnligur og eitt sindur flatur. Á miðkroppinum eru tveir verndarveingir, ið fjala út yvir veingirnar. Hon er før fyri at flúgva, men er sjálvdan á flogi. Tongin á kall- og kvenndjóri hava ymiskt skap. Tvísterta eitur á latíni Forficula auricularia.

Í 2006 skrivaði Dorete Bloch eina grein í Frøði um hetta dýrið.

pic_110_Tvísterta.jpg