Bygnaður

Tjóðsavnið er skipað í 4 høvuðs virksemisøki: Náttúra, mentan, miðlan og fyrisiting. Hesi øki arbeiða í toymum við stjóranum sum toymisleiðara. Hóast hetta uppbýti, arbeiða toymini til dagligt við tvørgangandi uppgávum og verkætlanum.

Trý serøki eru á náttúruøkinum og trý á mentanarøkinum. Á náttúruøkinum eru tey: Plantudeild, djór á landi og djór í sjónum. Á mentanarøkinum eru tey: Fornfrøði, fólkalívsfrøði og bygningadeild. Ein savnsvørður er leiðari fyri hvørt av hesum økjum.

Miðlanarøkið verður røkt av savnsvørði og savnslærarum.

Tjóðsavnið varðar av nøkrum verkætlanum við serligari játtan, hesar eru: Koltursætlanin, Hvalagranskingin, Hvalastøðin við Áir og Kirkjubømúrurin.


 
 
 
 
 
 

Samband