Endamál

Tjóðsavnið skal leggja lunnar undir samfelagsmenning, ið er grundað á vitan og søgu. Við gransking og miðlan veita vit kunnleika um tíð, samleika, siðir og náttúru. Við upplýsing og upplivingum skapa vit vitan fyri leik og lærd.

Tjóðsavnið heldur til ymsastaðni í Suðurstreymi: Í Kaldbak, á Debesartrøð og í ymsum húsum í Hoyvík. 

Setningur

Fyri at røkka endamáli stovnsins skal savnið savna inn, skráseta, varðveita og granska í náttúru- og mentanarvirðum landsins. Savnið skal fremja upplýsing og útbúgving innan mentan og náttúru, so stuðlað verður undir samfelagsmenningini, samstundis sum savnið vegna landið umsitir lóggávu og stuðulsskipanir á økinum. Savnið skal miðla arbeiðið á stovninum gjøgnum útgávur, framsýningar, tiltøk og undirvísing fyri ung og gomul.