SAvnsbúðin

Tjóðsavnið hevur lítla sølubúð í Brekkutúni 6, har framsýning savnsins er, við einum úrvali sum endurspeglar framsýningina og virksemi okkara. 

Umframt sølulutir, sum vanliga eru at síggja í flest øllum savnssølubúðum, er eisini eitt fitt úrval av serframleiddum lutum, sum bert fáast her. Í sølubúðini ber til at keypa serstakar príðis- og gávulutir, bøkur og plakatir, umframt smærri tinganest til børn og vaksin.

Sølubúðin er opin tá ið savnið er opið.