Skúlatænasta

Skúlar kunnu nýta framsýningarnar hjá Tjóðsavninum í undirvísingini og eru altíð vælkomnir at seta seg í samband við savnslærararnar og gera avtalur um serliga vitjan fyri skúlanæmingar.

Um tit arbeiða við ávísum evnum, t.d. verkætlanaruppgávu, ella ynskja neyvari kunning um føroya søgu og føroya náttúru eru tit vælkomin at vitja Tjóðsavnið í Brekkutúni og Útisavnið í Hoyvík.

Ókeypis atgongd er fyri næmingar og børn til og við 18 ár. 

Ring ella skriva ein teldupost, so finna vit eina tíð.


Samband