VIDEO: 160 ára gomlu vindeyguni sum fyrsta dagin

 

Sune Strøm, savnshandverkari, greiðir frá umvælingini av upprunaligu vindeygunum í Bíggjar kirkju frá 1865

Undir tjúkkum løgum av máling eru upprunaligu vindeyguni í Bíggjar kirkju frá 1865 sum fyrsta dagin. Jógvavn Nordendal, snikkari úr Bø, stendur fyri umvælingini av 160 ára gomlu vindeygunum, sum í næstum verða sett í aftur kirkjuna í uppruna standi.

Bygningadeildin hjá Tjóðsavninum hevur eftirlit við gomlu kirkjunum í Føroyum og veitir ráðgeving og vegleiðing í sambandi við umvælingina av Bíggjar kirkju.


 
Previous
Previous

Norðurlendska ráðharraráðið stuðlar náttúruverkætlan í Kalsoynni

Next
Next

Myndavørðurin á Tjóðsavninum