Fráboða lutir og myndir

Tjóðsavnið tekur fegið ímóti lutum og øðrum tilfari (eitt nú myndum og frásagnartilfari) , sum vit meta vera viðkomandi til lýsing av føroyskari søgu.

Tá vit fáa ein lut bodnan, kanna vit, um savnið eigur líknandi frammanundan og um hann hóskar til okkara samling.

Vegna serlig viðurskifti á goymslunum er avgreiðslutíðin longri enn vanligt.

Metingar verða gjørdar mánaðarliga, og tí kann bíðitíðin vera upp til ein mánað. Í serligum førum ber til at gera undantøk. Um tú vilt bjóða okkum lutir, myndir ella líknandi, kanst tú senda okkum ein teldupost á savn@savn.fo við mynd og lýsing av tilfarinum.

Um tú ikki hevur teldupost, ella ert í iva um eitthvørt, kanst tú venda tær til okkara á tlf. 340 500.

Gevið gætur: Tað ber ikki til at koma á savnið við lutum, uttan avtala er gjørd frammanundan.


TREYTIR

Tikið verður ikki ímóti lutum at hava í varðveitslu uttan ognarrætt. Lutir, ið verða latnir savninum, verða latnir til ognar við øllum rættindum tilskilaðum (sambært lóg um upphavsrætt). Hetta er grundað á, at tað almenna við gávuni bindur seg til at varðveita tað, sum tikið verður ímóti, og harvið bindur seg til at gera íløgu í varðveitsluuppgávuna.

Lutir, ið savnið tekur ímóti, verða innskrivaðir í samlingina hjá savninum við øllum viðkomandi upplýsingum. Lutirnir kunnu einans verða útskrivaðir aftur við góðkenning frá avvarðandi landsstýrisfólki. Tað vil siga, at tað ikki ber til at fáa lutin aftur.