keyp bátaborð

Tjóðsavnið selur bátaborð úr Norra.

Tjóðsavnið umsitur UNESCO innskrivingina av føroysku bátasiðvenjuni. Sum liður í at fremja føroysk bátasmíð, hevur Tjóðsavnið brúkt part av árligu játtanini til bátin á bátavið. Viðurin er úr Norra og er seinvaksin fura úr góðari góðsku.  

Viðurin verður seldur uttan vinning.


Príslisti

bátaborð

Bátaborð: 1x9” planki á 4,5 m                                      DKK 405

Bátaborð: 1,5x9” planki á 4,5 m                                      DKK 585

Bátaborð: 2x9” planki á 4,5 m                                        DKK 667


Soleiðis gert tú

  1. Útfyll oyðublaðið niðanfyri við tíni bílegging og tínum upplýsingum.

  2. Tjóðsavnið setur seg í samband við teg.

  3. Bíleggingin skal eftir avtalu heintast og gjaldast í Brekkutúni 6 í Hoyvík, um ikki annað er avtalað.

Treytir fyri keyp av bátaborðum:

  • Bátaborð kunnu ikki latast inn aftur aftaná tey eru keypt.

  • Bert heilir plankar vera seldir - eingin avskering.

  • Bert kontant søla (skal gjaldast inni í framsýningini áðrenn vøran fer av matrikklinum), um ikki annað er avtalað.

  • Vøran skal avheintast í Brekkutún 6. Tjóðsavnið skipar ikki fyri útkoyring.


Bílegging


SAMBAND