Mentan og náttúra

Føst framsýning um føroyska náttúru- og mentanarsøgu við tættum úr jarðfrøðini, plantufrøðini, sjódýrafrøðini, landdjórafrøðini, fornfrøðini, fólkalívi og nýggjari søgu. Framsýningin vísur tað týdningarmesta og mest grundleggjandi, vit hava, sum vit eiga í felag, og sum vit skulu umsita og røkja, nevniliga náttúru- og mentanararv landsins.

Í framsýningini er náttúrusøgan og mentanarsøgan flættaðar saman. Einki í náttúruni stendur stilt, og einki í mentanini stendur í stað. Náttúran ávirkar mentanina, og mentanin ávirkar náttúruna. Nýggj vitan og vísindalig úrslit daga undan, og tí er framsýningin ein tilgongd. 


Ull er Føroya gull

Fylg søguliga tráðnum

Fylg ullini frá fyrsta seyðalortinum til vovin segl frá víkingatíð. Kom inn í stovuna til bindiklubban, sum bindur aldargomlu bindingarmynstrini og síggj føroyska sniðgávu valsa eftir kettugongdini í Tokyo.

Vælkomin til bindandi søguna um okkara livandi siðaarv - ull og binding í Føroyum.


HENT AT VITA

Her finnur tú ofta settir spurningar, praktiska kunning og annað hent at hjálpa tær at leggja tína vitjan til rættis á Tjóðsavninum.

Hevur tú onkran spurning tú ikki fann svari til her? Skriva okkum ein teldupost á savn@savn ella ring á tlf. 340 500


Tíðarskeiðið 1. mai - 30. septembur

Mánadag - sunnudag
kl. 10 - 17

Tíðarskeiðið 1. oktobur - 30. apríl

hósdag - sunnudag
kl. 13 - 17

Brekkutún 6
188 Hoyvík
Telefon 318 076
savn@savn.fo

 

savnsbúðin

Tjóðsavnið hevur spennandi savnsbúð í Brekkutúni 6, har framsýning savnsins er, við einum úrvali sum endurspeglar framsýningina og virksemi okkara. 

Umframt sølulutir, sum vanliga eru at síggja í flest øllum savnssølubúðum, er eisini eitt fitt úrval av serframleiddum lutum, sum bert fáast her. Í savnsbúðini ber til at keypa serstakar príðis- og gávulutir, seyðaskinn, bøkur og plakatir, umframt smærri tinganest til børn og vaksin.

Savnsbúðin er opin tá ið savnið er opið.