Djór á landi
Søvnini, sum fakeindin fyri djór á landi varðar av, fevna um lívfrøðilig sløg, sýni og vísindaliga grundaðar skrásetingar av djóralívi á landi, so sum útstappaðir fuglar, skinnlagdir fuglar, egg, skordýr, eiturkoppar og onnur ryggleys dýr og beinagrindir.
Uppgávan hjá djórasavninum er at savna inn, skráseta, varðveita, granska og miðla djóralívið í Føroyum, bæði í sambandi við flokkanarfrøði og vistfrøði.
Verkætlanir
Granskingarverkætlan um broytingum í føði og lívssøgu hjá bleikjum og sílum í føroyskum vøtnum.
Verkætlanin hevur til endamáls at staðfesta avleiðingar av veðurlagsbroytingum á samfeløg og vistfrøði hjá fiski í smáum subarktiskum vøtnum.
Lifeplan er ein tvørvísindalig granskingarverkætlan, sum er stuðlað av ES.
Tjóðsavnið luttekur í verkætlanini og ein kanningarstøð er sett í Tórshavn og er virkin har í 2022 og 2024, sama støð verður eisini flutt til Koltur og koyrir í 2023 og 2025.
Greinar
Enn eitt áhugavert skordýr er skrásett í Føroyum. Trantklukkan Sthereus ptinoides (E.F.Germar, 1823) er tó ikki einans skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum, men hetta er eisini fyrstu ferð hon er skrásett í Evropa!
Grundkanningin av lívfrøðiliga margfeldinum í Koltri er nú liðug. Í tí sambandi er ein grein komin út í Fróðskaparritum.
Fyri fyrstu ferð er klukkuættin Clambidae skrásett í Føroyum. Hon var savnað millum onnur ryggleys dýr í eini fallfellu í Knøunum í Koltri.
Síðst í juni vórðu nógv sløg av flugum og mýggjum skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum í samband við eitt skeið heima á Sandi. Saman við Tjóðsavninum skipaðu norski Forskerskolen i Biosystematikk (ForBio) og Svenska artprojektet (STI) fyri skeiðinum, sum var hildið dagarnar 23. til 30. juni.
Áhugaverd grein í Scientific Reports, sum lýsir eina kanning av smáfuglum, sum vitja Føroyar í flytitíðini um heystið.
Granskarar á Tjóðsavninum hava granskað vatnklukkur og bátsmanstekur í føroyskum tjørnum og vøtnum. Teir kunnu staðfesta, at tað serstakliga er støddin og dýpið sum avgerð, hvar sløgini koma fyri.
Fleiri eintøk av hvannlistaflugu Euleia heraclei (Tephritidae) vóru sædd í juni 2022. Flugurnar vóru funnar á bjargahvonn (Angelica archangelica) mitt í Tórshavn. Hetta er fyrsta skráseting av hesum slagnum í Føroyum og er helst eisini fyrsta skráseting av listafluguættini (Tephritidae) uttandura.
Lívfrøðiligu rannsóknirnar í Koltri eru spennandi. Men tað sum vit hava lyndi til at hugsa minni um er tað nógva arbeiðið, sum fer fram myrku vetrardagarnar.
Hin 1. desember var Bjørn Patursson, fyristøðumaður Tjóðsavnsins í Koltri, og kannaði drunnhvítareiðrið í salthúsinum. Har lá enn ein rættiliga dúnut pisa.
Grundarlagið lagt undir 3 ára náttúrugransking í Koltri
Í farnu viku fekk Tjóðsavnið latið fígging til trý ára gransking av náttúruni í Koltri. Tað er danski grunnurin Aage V. Jensens Fonde, sum hevur mett hesa verkætlan hava so stóran týdning, at avgjørt varð at lata 2 mió. kr. til endamálið.
Fýra av lívfrøðingunum á Tjóðsavninum luttóku á árligu ráðstevnuni hjá Vistfræðifelag Íslands 16. – 17. apríl 2021. Orsaka av Corona var ráðstevnan netborin.
Fyri fyrstu ferð í 105 ár er eitt nýtt slag av tøðklukku skrásett í Føroyum. Hervið eru fýra sløg skrásett.
Súgkjaftur bítir ikki, men stingur í staðin við sínum kjaftlimum og sýgur sína føði. Leivur Janus Hansen hevur saman við Jens-Kjeld Jensen givið út áhugaverda grein um súgkjaftar í Føroyum.
Hvaðani koma tjøldrini, og hvar fara tey, tá summarið fer at halla? Ringmerking hevur í stóran mun svarað hesum spurningum
Fyri fyrstu ferð ber til hjá øllum føroyingum at síggja drunnhvítar á reiðri. Tjóðsavnið hevur sett upp myndatól, sum stroymir eitt par av drunnhvítum beinleiðis.
Nýggj spennandi ferðaframsýning, har tú kanst síggja føroysk smákykt á ein øðrvísi hátt; at kalla andlit til andlits.
Nú kanst tú vera við til at savna smákykt til spennandi framsýning hjá Tjóðsavninum í summar
Í sambandi við bókaútgávuna skipar Tjóðsavnið fyri móttøku í Brekkutúni 6, hósdagin 13. desember kl. 17.00. Bogi Hansen leggur bókina “ Skónir í Føroyum” fram vegna Onnu Mariu. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.
Í desember 2017 varð ein drunnhvíti fangaður í Port Elizabeth í Suðurafrika 11.000 kilometrar úr Nólsoy, har hann var merktur seks ár frammanundan.
Leivur Janus Hansen og Povl Skårup, hava skrivað grein um elstu lýsingar av fuglum úr Føroyum.
Koltur
Náttúran í Koltri verður kortløgd og kannað.
Náttúran | Drunnhvítar í 2019 | Drunnhvítar í 2020 | Drunnhvítar í 2021
Savningar
Landdjórini eru býtt í tvey søvn: Ryggleys djór og ryggdjór.
Ryggdjórini eru fyri tað mesta fuglar, bæði hamar, uppsettir fuglar og egg. Tilsamans eru 900 eintøk. Samanlagt er talan um 200 sløg.
Ryggleysu djórini eru í stóran mun skordýr, men eisini maðkar og annað. Av teimum sum eru skrásett higartil eru yvir 5000 á nál og 26.000 í spritti. Samanlagt er talan um eini 550 sløg. Tó, væl meira liggur á goymslu og arbeitt verður við at skráseta tey.
Sum sæst, so eru um 750 sløg av landdjórum í okkara savningum, tó yvir 2200 sløg av landdjórum eru skrásett í Føroyum. So nakað er eftir fyri at fáa øll sløgini í okkara savningar.

Skinnlangdir lundar á savni