Yvirvøka av vøtnum avdúkar óvæntað fjølbroytni av dansimýggjum
Nógv túsund reiv frá dansimýggjum eru í froðuni fram við strondini í Toftavatni. Mynd: Agnes-Katharina Kreiling
Tað er nú staðfest, at vit hava yvir 100 sløg av dansimýggjum (Chironomidae) í Føroyum. Tað er ikki heilt lítið, tá hugsað verður um, at tað tað fyri eini fimm árum síðan einans vóru 85 sløg kend í Føroyum. Bara í 2025 vóru sjey nýggj sløg funnin við at savna og eyðmerkja reiv hjá dansimýggjum. Umframt nýggju sløgini eru eisini tvær nýggjar slektir, Stictochironomus og Paratendipes.
Reiv eru tann hamur, sum liggur eftir, tá eitt mýggj ella okkurt annað skordýr, fer frá at vera reivvera til at vera ein vaksin lívvera. Ormverurnar hjá dansimýggjum liva fyri tað mesta í vøtnum og áum. Síðan gerast tær til eina reivveru, sum eftir eina tíð leita sær upp til vatnskorpuna. Har brýtur vaksna vaksna mýggið seg úr reivinum og fer á flog. Tómu reivini flóta síðan á vatnskorpuni og kunnu savnast í stórum nøgdum fram við áar- ella vatnbakkanum.
Tjóðsavnið fylgir vistfrøðiligu gongdini í áum og vøtnum. Henda náttúruyvirvøka er nú við at koma í fasta legu og ein av kanningarhættunum er, at savna reiv av dansimýggi í áum, tjørnum, hyljum og vøtnum. Í vøtnum og áum í Grønlandi, Íslandi og Føroyum eru dansimýggj tann bólkurin av ryggleysum dýrum við flestu sløgum og oftast er tað nógv mest til av teimum sum heild. Tað vísir seg eisini, at tey eru ein góður máti, at staðfesta hvørt umhvørvið tey liva í er reint ella dálkað. Runt um í heiminum verða tey brúkt til júst tað endamálið. Tað er serstakliga har lívið í feskvatni er nokkso fátæksligt, sum tað ofta er norðarlaga ella á oyggjum, at tey koma til sín rætt sum ávísi.
Eitt dømi um undurnarverd nýggj sløg av dansimýggi funnin síðstu árini er Metriocnemus carmencitabertarum¸sum síðsta ár varð funnið í einum kagga við regnvatni. Eitt annað dømi er Telmatogeton murrayi, sum livir í sjóvarmálanum og sum varð funnið í 2023 tá fleiri útlendskir granskarar leitaðu eftir tvíveingjum saman við starvsfólkum á Tjóðsavninum. Arvafrøðiligar kanningar av skordýrum, savnaði í samband við altjóða LIFEPLAN verkætlanina árini 2022 til 2025, benda á sjey sløg afturat. Eisini vóru sløg løgd afturat í samband við grundkanningina í Koltri.
Við hesum verkætlanunum og nú yvirvøkuni av vøtnum er talið av dansimýggjum, sum eru skrásett í Føroyum komið upp um 100 sløg. Eftir øllum at døma, fer talið at vaksa komandi árini.
Í skordýrasavninum hjá Tjóðsavninum vera goymd nógv lutargløs til sjóneyku. Her síggjast reiv á lutargløsum. Mynd: Agnes-Katharina Kreiling