Nýggj plakat við hvali í føroyskum sjógvi

Tað kann vera torført at síggja, hvat slag av hvali talan er um, tá tú sært hann av landi ella úr báti. Tjóðsavnið hevur tí gjørt eina plakat og eitt eyðkennisblað við teimum vanligastu hvalasløgunum her um okkara leiðir.

Við nýggju plakatini og lamineraða blaðnum, sæst - umframt myndir av hvalum - eisini myndir av blástri, sveivi og hvussu hvalurin kavar. Blástur og kavingarlag ger tað lættari at eyðmerkja, hvat slag av hvali talan er um.

Yvirlitið yvir hvalir í Føroyum verður prentað í fleiri útgávum. Ein A1 plakat, sum er væl egnað til undirvísing og kunning, og er serliga ætlað skúlum og stovnum. Ein A2 plakat í sama sniði, sum hevur somu stødd, sum undanfarnar plakatir við fiskum, blómum og fuglum, ætlað sum veggjaprýði. Og eitt laminerað A4-eyðkennisblað við myndum á báðum síðum. Hetta er gott at hava við sær umborð á báti ella skipi, ella tá tú ert til gongu fram við sjóvarmálanum.

Talan er um tilfar við vanligastu hvalasløgunum í okkara havøki. Í stóran mun er valið fallið á tey sløg, hvørs útbreiðsla við vissu er her um okkara leiðir, og sum verða eygleidd oftast.

Plakatir og eyðkennisbløð eru til keyps í bókasølum og sølubúð Tjóðsavnsins í Brekkutúni.


Samband

Next
Next

Náttúrukortlegging er grundarsteinur undir lendisætlan