Nýggj plakat við hvali í føroyskum sjógvi
Tað kann vera torført at síggja, hvat slag av hvali talan er um, tá tú sært hann av landi ella úr báti. Tjóðsavnið hevur tí gjørt eina plakat og eitt eyðkennisblað við teimum vanligastu hvalasløgunum her um okkara leiðir.
Døglingar á Kaldbaksfirði
Í summar hava tríggir døglingar verið at sæð tætt at landi. Fyrst vóru teir á Skálafirði nakrar dagar, men nú hava teir ligið í Kaldbaksbotni yvir ein mánað. Men hvør er hesin forkunnugi summargestur, og hvussu ber tað til, at hann vitjar so leingi?
Fyrilestur um hvalastøðirnar á Suður Georgia
Spennandi almennur fyrilestur við Professara emeritus Bjørn L. Basberg um hvalastøðirnar á Suður Georgia, har tann eina støðin er av júst sama slag, sum Hvalastøðin við Áir.
Deyður nísuhvølpur uppskolaður í Kaldbaksbotni
Eftir áhaldandi eysturætt í nakrar dagar sást eitthvørt vera skolað upp á sandin í Kaldbaksbotni fríggjadagin 24. mars. Tað vísti seg at vera ein nísuhvølpur, okkurt um 60-70 cm langur.
Nevhvalur rikin á land í Sandavági
Hóast sløgini í nevhvalaættini (Ziphiidae) telja 22-23, eru fleiri av sløgunum ikki væl kend, og einans fimm eru skrásett í føroyskum sjóøki
Grindin ferðast suður gjøgnum Hetlandsrennuna
Grindin, ið var merkt í Syðrugøtu 7. juli, hevur seinastu vikuna ferðast suður gjøgnum Hetlandsrennuna.
Hvalamerking í Gøtu
Grindin, ið var merkt í Syðrugøtu fyri góðari viku síðan, er nú í íslendskum sjógvi.
Hvalamerking í Bø
Tjóðsavnið fylgir við, hvussu grindin, ið varð merkt í Bø 5. september, ferðast í Norðurhøvum