Døglingar á Kaldbaksfirði

 

Døglingur hvílir í vatnskorpuni. Mynd: Harald Bjørgvin

Í summar hava tríggir døglingar verið at sæð tætt at landi. Fyrst vóru teir á Skálafirði nakrar dagar, men nú hava teir ligið í Kaldbaksbotni yvir ein mánað. Men hvør er hesin forkunnugi summargestur, og hvussu ber tað til, at hann vitjar so leingi?

Hvat er ein døglingur?

Døglingur (Hyperoodon ampullatus) er hvalur av nevhvalaættini. Vaksin døglingur gerst í mesta lagi um níggju metrar langur og vigar vanliga 5-8 tons. Lætt er at eyðmerkja døgling frá øðrum hvali eftir eyðkendu kúluni. Á kvennhvali, og kallhvali, sum ikki er kynsbúgvin, er hon rund og grá, meðan hon á kynsbúnum kallhvali er flatvaksin og hvít.

Vanliga kemur hann ikki inn um landgrunnin. Døglingur ferðast ofta djúpt í sjónum, regluliga djúpri enn 800 m, og kann hann kava í 30-40 min. Ferðingin hjá døglingi er ikki væl skjalfest, og summastaðni metir mann at hvalurin er staðbundin, men um okkara leiðir kann roknast við at teir ferðast norðureftir um vári og suðureftir á heysti. Tað er serliga í august-september at døglingur kann svimja seg uppá land í Sandvík og Hvalba, tó at skrásetingar um strandaðir hvalir eru frá øllum bygdum í landinum. Tvøstið er góður matur, men spikið kann ikki etast, tí tað elvir til leyst lív. Lýsið verður tó nýtt at smyrja uppá útvortis, og sigst vera góð heilsubót.

Tó at døglingur er tannhvalur, hevur hann einans tvær tenn ytst í undirkjaftinum. Hjá kvennhvalinum koma tær aldri undan. Hann nýtir ikki hesar tenn at eta við, men fær sær føði við at súgva matin inn í kjaftin. Føðin, sum hvalurin leggur seg eftir er høgguslokkur og smáfiskur.

Mangt er gestsins navn

Á enskum nevnist døglingur northern bottlenose whale. Hann fær sostatt navn eftir eyðkenda nevinum, eins og á norskum, har hann kallast nebbhval. Mann kann tí undrast, hví hann í Føroyum fær sermerkta navnið døglingur. W. B. Lockwood professari í germanskum málum førir fram, at bland er komið í. Hann heldur uppá, at navnið nebbafiskur (Balenoptera physalus) fyrr hevur hoyrt til døglingin, og ikki sum nú, til tann hval sum danir kalla finhval. Hetta kann sýnast rímiligt, tí døglingurin hevur týðiligt nev, sum liðurin nebba- uttan iva skilar til. Tað løgna er so hent, at “finhvalurin” hevur fingið navnið nebbafiskur. Lockwood hugleiðir eisini um upprunan at navninum døglingur. Dǫglingr er gamalt norrønt orð, sum merkir kongur ella høvdingi. Hetta er eisini eitt av mongu hjánevni Óðins ásakongs. Nú kann mann spyrja seg sjálvan, hví ein miðalvaksin hvalur fær navn eftir fremsta gudi í norrønu gudalæruni. Frágreiðingin er helst, at søgnin sigur at døglingur hevur einans eitt eyga, eins og Óðin. At djór fáa heldur “upphevjaði” føroysk nøvn er ikki ókent, tí tjaldrið kallast eisini nornagestur. Í íslendingasøgum er Nornagestur fleiri hundrað ára gamal vallari sum vitjar Ólav Tryggvason noregskong.

Góðalív á fjørðinum

Hví leitar hann sær inn á Kaldbaksfjørð og liggur har so leingi? Sum nevnt omanfyri etur hann mest høgguslokk og smáfisk, og tað er ikki óvanligt at nógv av sild og brislingi finst á fjørðinum um summarið; ofta somikið at væl kann fáast burturúr, tá menn seta sildagørn. Fyrr hevur eisini verið væl av høgguslokki á Kaldbaksfirði.
Umframt døglingar, hevur ein delfin (Delphinus delphis) hildið til nakað longri úti á fjørðinum sama tíðarskeið, so helst er væl av mati at fáa.
Summi ivast kanska í, hvussu døglingarnir hava tað, tá teir hava ligið innarlaga á fjørðinum so leingi, og um teir kanska ikki finna út aftur. Tað er tó onki, sum bendir á at hetta er so. Áðrenn teir stevndu inn á Kaldbaksfjørð hildu teir í fleiri dagar til inni á Skálafirði, har gáttin er nakað hægri. Tí kann væntast at teir fyrr ella seinni, halda leiðina út og suðureftir tá rætta tíðin kemur.

Torført er at siga hvussu leingi teir tríggir summargestirnir verða liggjandi, sum hava frøtt bæði føroyingar og ferðafólk, ið hava eygleitt hvussu teir spæla sær á fjørðinum. Døglingur er tiltikin forvitin hvalur, sum menn gjørdu sær dælt av ta tíð hann varð veiddur, so heldur ikki er óhugsandi at hann er vitugur um, at hann hevur áskoðarar fram við vegnum.


Samband

 
Previous
Previous

Broytingar í atkomu Tjóðsavnsins í Brekkutúni

Next
Next

Fjøruskeið fyri lærarum og námsfrøðingum