myndir

Tjóðsavnið hevur eitt stórt myndasavn við søguligum myndum. Møguleiki er hjá privatfólki, stovnum, feløgum og fyritøkum at bíleggja myndir úr savninum

Prísir

Til privatpersónar og miðlar: 50 kr. fyri hvørja

Til bókaútgávu ella tíðarrit: 250 kr. fyri hvørja

Til lýsingar og annað vinnuligt endamál: 1.000 kr. fyri hvørja

Fyri 20 myndir ella fleiri verða 20% latin í avsláttri.

Í teimum førum har roknast kann við, at eitt størri leitiarbeiði skal gerast, verður ein tímakostnaður á 300 kr. um tíman avtalaður frammanundan.

Allar myndir verða latnar talgildar.


Treytir fyri endurgerð

Eitt eintak av tí útgivna, har myndin kemur fyri, skal sjálvboðið og kostnaðarleyst sendast til Tjóðsavnið, Kúrdalsvegur 16, Postsmoga 1155, FO-110 Tórshavn ella til tjodsavnid@savn.fo

Í tí útgivna skal týðuliga tilskilast, at Tjóðsavnið eigur myndina og, um upplýsingarnar eru til skjals, nær myndin er tikin og hvør hevur tikið hana.

Tilfarið má ikki endurnýtast ella latast triðjamanni uttan skrivligt samtykki frá Tjóðsavninum. Elektronisk goymsla av tilfarinum er bert loyvd í tíðarskeiðinum, elektronisk viðgerð í sambandi við framleiðsluna er neyðug, t.v.s. at øll talgild avrit skulu strikast eftir brúk.


Soleiðis gert tú

  1. Set teg í samband við okkum við at ringja á telefon 340 500 ella við telduposti til savn@savn.fo, og vit finna fram til myndirnar, sum tú vilt hava.

  2. Tá vit hava funnið myndirnar, og tú vilt keypa hesar, skalt tú fylla út oyðiblaðið niðanfyri við tali av myndum, hvat tær skulu nýtast til og tínum upplýsingum.

  3. Tú fært teldupost sendandi við myndunum og rokning fyri myndirnar.


Bílegging


SAMBAND