Urtagarðurin

Urtagarðurin á Debesartrøð

Tá ið Náttúrugripasavnið varð stovnað í 1955, varð plantusavnið hjá Rasmus Rasmussen Herbarium Faeroensis latið savninum í stovningargávu. Hóast virðið sum vísindalig dokumentatión er stórt í deyðum lutum úr náttúruni, so varð beinanvegin hugsað um, at sýna fram livandi plantur í einum plantufrøðiligum urtagarði. Fyrsti fyristøðumaður á savninum var Jóannes Rasmussen, og hann gróðursetti urtagarðin til undirvísingarbrúk stutt eftir stovnanina. Næmingar røktu garðin fyrstu árini, men í 1985 vórðu Mads og Kristianna Jensen, sum sjálv høvdu urtagarð við føroyskum plantum í Kvívík, biðin um at røkja og víðka um urtagarðin á Debesartrøð. Í 1996 yvirtók Annleyg Paturson røktina av urtagarðinum. Hon hevur lagt nógv plantusløg afturat urtagarðinum og í dag eru 144 ymiskar føroyskar plantur skipaðar við navni í urtagarðinum á Debesartrøð.  


Samband