
Djór í sjónum
Søvnini, sum fakeindin fyri djór í sjónum varðar av, fevna um lívfrøðilig sløg, sýni og vísindaliga grundaðar skrásetingar av djóralívi í sjónum, so sum sýni av djórum á havbotni, fiskar, útstappað sjósúgdjór og beinagrindir.
Uppgávan hjá djórasavninum er at savna inn, skráseta, varðveita, granska og miðla djóralívið í Føroyum, bæði í sambandi við flokkanarfrøði og vistfrøði.
Greinar
Fyrr í ár fingu Elnar Holm og teir umborð á Polarhav ein serligan fisk í trolið, tá teir royndu nakað sunnan fyri Føroya banka. Elnar spurdi seg fyri á Facebook-bólkinum “Fiskar og sjódýr undir Føroyum” og vit fingið upp í lag, at Sjódjóradeild Tjóðsavnsins fekk fiskin í varðveitslu, so greiða kundi fáast á hvat slag hann var.
Í 2013 svumu fimm avgustar inn í Sundalagið norðan fyri Brúnna um Streymin. Teir lógu har nakrar dagar, og einans tríggir megnaðu at svimja út aftur. Tá avgjørdi Náttúrugripasavnið at ein av beinagrindunum skuldu varðveitast.
Nú tað er farið at vára, er niðasti fjørukletturin fullur av kræklingi. Ikki tann støddin vit síggja á matstovunum, men smærri kræklingur, sum, um hann fær frið at vaksa, einaferð kundi komið á døgurðaborðið.
Lættisoppur, er sum navnið sigur ein lættur soppur, sum ofta sæst rikin upp í fjøruni. Eitt annað burturdottið navn er marsoppur.
Í frystigomsluni hjá Tjóðsavninum í Kaldbak er eitt eintak av risahøgguslokkinum Architeuthis dux.
Um vikuskifti løgdu fólk til merkis, at ein deyður hvalur lá í fjøruni beint sunnanfyri Grønadam. Hetta var ein fimm metur langur døglingur, sum eftir øllum at døma hevði verið deyður eina tíð.
Í august í ár fór GLObecc-verkætlanin av bakkastokki undir leiðslu av Amandu Vang, deildarleiðara á Firum. GLObecc er stytting fyri: Gelatinous Lifeforms in Faroese waters: Biodiversity, Regional Connectivity, and Capacity building.
Júst nú ber til at síggja tvær av okkara størstu hvalspýggjum. Best at lata tær fáa frið, og bert njóta teirra ótrúliga vakurleika, uttan at nerta við. Báðar brenna illa, og um illa vil til kann verða neyðugt at leita sær hjálp hjá lækna fyri at fáa linna. Trevsurnar kunnu verða fleiri metrar langar.
Hvalspýggjurnar, sum skolaðu upp í Koltri, hava fingið føroyskt navn
Herfyri skolaðu einar hálvthundrað hvalspýggjur upp á vakra sandin í Koltri. Hetta var ikki tað vanliga slagið, men eitt heldur óvanligt slag um okkara leiðir.
Í summar hava tríggir døglingar verið at sæð tætt at landi. Fyrst vóru teir á Skálafirði nakrar dagar, men nú hava teir ligið í Kaldbaksbotni yvir ein mánað. Men hvør er hesin forkunnugi summargestur, og hvussu ber tað til, at hann vitjar so leingi?