Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskaslag skrásett undir Føroyum
Lítli háfiðringur, mynd: Jan Sørensen.
Fyrr í ár fingu Elnar Holm og teir umborð á Polarhav ein serligan fisk í trolið, tá teir royndu nakað sunnan fyri Føroya banka. Elnar spurdi seg fyri á Facebook-bólkinum “Fiskar og sjódýr undir Føroyum” og vit fingið upp í lag, at Sjódjóradeild Tjóðsavnsins fekk fiskin í varðveitslu, so greiða kundi fáast á hvat slag hann var.
Fiskurin varð fingin á 340 favna dýpi, og er á at líta sum fleiri aðrir djúphavsfiskar. Ofta eru teir myrkir við lutfalsliga stórum eygum. Fleiri hava eisini lutfalsliga stórar og hvassar tenn, og ymiskar glógvandi blettir á kroppinum.
Av tí at hesin fiskurin varð fiskaður við troli, var hann illa farin, men við at kaga í bøkurnar Fiskar undir Føroyum og Íslenskir fiskar, sást, at hesin fiskur líktiskt øgiliga nógv háfiðringi (Alepisaurus ferox). Háfiðringur hevur eyðkenda høga ryggfjøður, men á hesum fiskinum var ryggfjøðurin illa slitin, so torført var at siga nakað við vissu. Í slektini Alepisaurus er einans ein annar fiskur, sum er fingin nakrar ferðir undir Íslandi, tó at bæði sløgini oftast halda til sunnanfyri okkum. Alepisaurus brevirostris, sum á íslendskum hevur fingið navni “litli földungur”, varð fyrstu ferð fingin suður úr Surtsey á sumri 1992. Á íslendskum eitur háfiðringur “stóri földungur”.
Eru fiskarnir í heilum líki, er lætt at kenna mun á A. ferox og A. brevirostris eftir skapinum á ryggfjøðurini, tí A. ferox hevur stóra og høga ryggfjøður, har av navnið háfiðringur. Á fiskinum, sum Polarhav fekk, var ryggfjøðurin tíverri nærum slitin heilt av. Á hesum fiskinum byrjar ryggfjøðurin framman fyri uggafjøðrunum, og tíbetur er hetta eitt eyðkenni, sum verður nýtt at skilmarka sløgini. Hetta, saman við at tranturin er nakað styttri enn á háfiðringi, sigur okkum at her er talan um tann fisk, sum íslendingar kalla litli földungur.
Av tí at har einans eru tvey sløg í slektini Alepisaurus, og háfiðringur longu er skrásettur hjá okkum, skjóta vit upp, at Alepisaurus brevirostris fær føroyska navnið lítli háfiðringur, og at Alepisaurus ferox framyvir kallast stóri háfiðringur.
Lítli háfiðringurin frá Polarhav er konserveraður og í varðveitslu hjá Tjóðsavninum. Eisini eru vevnaðarsýni tikin so til ber at gera DNA-greiningar av fiskaslagnum.