PLantudeildin

Á plantudeildini verður savnað inn, skrásett, varðveitt, granskað og miðlað um plantulívið í Føroyum.

Á plantusavninum eru uml. 40.000 skrásetingar, sum eru teldutøkar. Tær eru er av leggstreingjagróplantum, blómuplantum, skónum, mosum, soppum og tarum. Tær flestu av skrásetingunum eru føroyskar plantur, har tann størsti parturin er frá 1960 og 1961. Harumframt er eitt stórt savn av útlendskum plantum og eitt savn av føroyskum skónum, soppum, mosum og tarum.

Flestu skrásetingarnar, umboða lutir (plantur, skónir, soppar, mosar og pollensýni) á goymslu á plantusavninum. Tær skrásetingarnar, sum ikki umboða lutir á goymslu, eru eygleiðingar gjørdar av kønum plantufrøðingum í náttúruni.

Á plantudeildini hevur verið granskað í mongum evnum gjøgnum árini. Stórum plantufrøðiligum kanningum stóð danski plantufrøðingurin Kjeld Hansen fyri í 1960 og 1961. Plantufrøðingurin Jóhannes Jóhansen granskaði vakstrasøgu Føroya frá síðstu ístíð til nú við at aldursgreina sýni av sáðkornum (pollen). Anna Maria Fosaa, sum var savnsvørður á plantudeildini frá 1996 til 2018, granskaði í plantusamfeløgum og sambandinum ímillum gróður og veðurlag.


Plantufrøðiligi urtagarðurin í Hoyvík

Líka síðan víðagitni svenski náttúrufrøðingurin Carl von Linné (1707-1778) kom við vísindaligu navnagávuni av sløgum av lívverum og navngav eina ørgrynnu av dýrum og plantum sjálvur, eru urtagarðar við navngivnum plantum stað- og stovnsettir um allan heim.

Endamálið, at vísa fram plantur fyri almenningi og skúlum, hevur verið tað sama síðani; at vísa fram lív­ frøðiliga margfeldi av plantum fyri almenninginum. Annað endamálið er vorðið meira viðkomandi seinnu árini, at varðveita fjøltáttaða arvfeingið í náttúruni í tryggum urtagarðsumstøð­um til okkara eftirkomarar, nú nógv av sløgunum hvørva úr náttúruni.


Verkætlanir


Náttúrukunning


Samband