Global Observation Research initiative In Alpine environments (GLORIA)

 
Sátan.jpg

Gróðurin í háfjallinum nærindis fjallatoppum er áhugaverdur í samband við veðurlagsbroytingar. Tað er væl kunnugt, at lívverur flyta seg, tá teirra umstøður broytast. Men á  fjallatoppum í øllum heiminum, hava vit ein gróður, sum ongastaðni hevur at fara og kann væntast at broytast skjótt um veðurlagið broytist. Tann alpini gróðurin verður háfjallagróðurin vanliga nevndur.

GLORIA, sum er ein stytting fyri Global Observation Research initiative In Alpine environments er ein stór langtíðar granskingarætlan, sum hevur luttakarar úr øllum heiminum.

Tjóðsavnið hevur luttikið í ætlanini síðan 2009. Fjøll í øllum limalondum verða kanna 5 hvørt ár, við júst somu mannagongdum. Hetta eru einfaldar kanningar fyri lættast møguligt at kunna samanbera dátur úr øllum londunum. Fjøllini, sum verða kannaði í Føroyum eru Sátan, Sandfelli, Tunglíðfjall og Lambafelli. Dáturnar, sum verða savnaðar inn eru sjálvandi fyrst og fremst hiti og gróðrardátur. Loggarar liggja og máta hitan á øllum fjøllunum og 5 hvørt ár vitja plantufrøðingar av plantudeildini á tjóðsavninum fjøllini fyri at gera umfatandi gróðrarkanningar. Kanningarnar eru ikki blivnar minni viðkomandi, nú granskarar úr øllum heiminum í IPBES samstarvinum hava staðfest, at ein millión sløg eru við at hvørva úr náttúruni.

Gloria heimasíðan   

Greinar:

The rich sides of mountain summits – a pan-European view on aspect preferences of alpine plants

 
Previous
Previous

Friðing av Sanatoriinum í Hoydølum

Next
Next

International Tundra Experiment (ITEX)