keyp bátaseym

Tjóðsavnið selur galvaniseraðan bátaseym, spíkarar og røur.

Tjóðsavnið umsitur UNESCO innskrivingina av føroysku bátasiðvenjuni. Sum liður í at fremja føroyskt bátasmíð, hevur Tjóðsavnið fingið eina eykajáttan á 200.000,- til at byggja upp eina seymagoymslu, so at tilfar altíð er til taks í Føroyum.

Seymurin verður seldur uttan vinning.

Bátaseymur er oyramerktur til bátasmíð.

Galvaniseraður friðingarseymur, ið hóskar seg væl til siðbundið húsasmíð, kann fáast við at venda sær til Mørk/á Tórgarði Sp/f á telefon 595877 ella teldupost: mork.a.torgardi@gmail.com


Príslisti


Soleiðis gert tú

  1. Útfyll oyðublaðið niðanfyri við tíni bílegging og tínum upplýsingum. Bíleggjast kann eisini við at senda teldupost til savn@savn.fo.

  2. Tá ið tín bílegging er pakkað og klár at heinta, fært tú ein teldupost/SMS sendandi frá okkum. Gev gætur, seymurin er á fjarðgoymslu, so bíðitíð kann vantast.

  3. Pakkaða bíleggingin skal eftir avtalu heintast og gjaldast í savnsbúð Tjóðsavnsins í Brekkutúni 6 í Hoyvík.

Framsýningin hevur opið soleiðis:

1. oktobur - 30. apríl
Hós - sun kl. 13 - 17

1. mai - 30. septembur
Mán - sun kl. 10 - 17

Hevur tú tørv á at fáa tína bílegging senda við posti, skriva eini boð undir teigin “Viðmerkingar”, so finna vit eina loysn.


Bílegging


SAMBAND