Avgustaskøltur settur upp á Hvalastøðini 

Skølturin komin upp á pláss á Planinum, skamt frá har hvalurin gjørdist víðagitin. Mynd: Niklas F. Olsen

Í 2013 svumu fimm avgustar inn í Sundalagið norðan fyri Brúnna um Streymin. Teir lógu har nakrar dagar, og einans tríggir megnaðu at svimja út aftur.

Tá avgjørdi Náttúrugripasavnið at ein av beinagrindunum skuldu varðveitast. Um morgunin varnaðust fólk, at eini avgusturin manglaði part av undirkjaftinum. Tá hevði onkur verið á nátt og sagað burtur av kjaftinum; tenn av avgusti hava ofta verið nýttar til at evna prýðislutir, og tær kunnu eisini seljast fyri ein góðan penga. Lukkutíð, fyri savnið, var seinni hvalurin ikki meiðslaður. Fyrri hvalurin var tí sleipaður út á sjógv og søktur, meðan tann seinni bleiv drigin upp á land á Hvalastøðini við Áir. Tá hevði ein stórhvalur ikki verið skorin upp á hvalastøðini síðan einaferð í 1980’unum. Sigast má at veruligt lív kom í gomlu hvalastøðina, tí tørvur var á nógvum fólkum, og summi komu sjálvandi eisini at forvitnast. 

Menn vita, at skjótt má gerast av tá ein deyður stórhvalur skal hagreiðast. Fleiri eru søgurnar um størri og minni spreingingar, sum hava staðist av deyðum stórhvølum. Tað var sostatt háspenningur í luftini tá Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Hvalagranskingini, varisliga setti hol á hvalin. Spenningurin vaks tá Bjarni skurð fyri skurð setti flensiknívin á; fór hvalurin at bresta? Jú, brádliga skrædnaði opið og blóð og garnar vórðu slongd út við øgiligari megi. Tíbetur stóð ongin fyri. 

Tað var skjótt, at filmsbrotið av “the exploding whale” ferðaðist allan heimin runt á netinum. Í skrivandi stund er filmsbrotið sætt 8,5 milliónir ferðir á YouTube. 

Eftir at hvalurin varð sprongdur og vandin var av, fór drúgva arbeiðið at skera hvalin upp í gongd. Síðani vórðu rovini vundin í trol og loraði á sjógv. Soleiðis kundi hvalurin rotast á náttúruligan hátt, til einans beinagrindin var eftir. Beinagrindin varð síðani flutt inn á goymslu savnsins í Kaldbak, har hon hevur ligið síðan. 

Í arbeiðinum at fyrireika Hvalastøðina við Áir til summarið 2025 varð avgjørt, at skølturin á “sprongda avgustinum” skuldi sýnast fram.  Tjóðsavnið fekk tí Benjamin Skorá frá RS Service at sveisa eitt rimaverk so skølturin kundi standa væl. Herdis H. Jacobsen, lívfrøðishjálpari á savninum, fór eisini í holt við at stoypa eftirgjørdar tenn. Av vanda fyri stuldri, og av tí at skal skølturin standa uttandura, er frægast at tenninar ikki eru tær natúrligu.  

Nakað av tíð fór við at seta hetta forkunnuga “putlispæl” saman, men tá komið var á mál, kundi skøltur og undirkjaftur heysast í ein lastbil og koyrast norður á Hvalastøðina. 

Soleiðis ber tað nú til hjá teimum vitjandi at síggja skøltin á kenda avgustinum. Seinasta stórhvali, sum varð skorin upp við Áir. 

 

Filmsbrotið har hvalurin “spreingist”: 

https://www.tjodsavnid.fo/upptokur/v/hvalurin-brestur 


Samband

Next
Next

Undangóðkenning