Nýggj plakat við hvali í føroyskum sjógvi
Tað kann vera torført at síggja, hvat slag av hvali talan er um, tá tú sært hann av landi ella úr báti. Tjóðsavnið hevur tí gjørt eina plakat og eitt eyðkennisblað við teimum vanligastu hvalasløgunum her um okkara leiðir.
Avgustaskøltur settur upp á Hvalastøðini
Í 2013 svumu fimm avgustar inn í Sundalagið norðan fyri Brúnna um Streymin. Teir lógu har nakrar dagar, og einans tríggir megnaðu at svimja út aftur. Tá avgjørdi Náttúrugripasavnið at ein av beinagrindunum skuldu varðveitast.