Nýtt slag av hvalspýggju
Sjóskjúrt (Physophora hydrostatica). Mynd Jan Sørensen.
Herfyri fekk Tjóðsavnið eitt eintak av eini løgnari hvalspýggju, sum vísti seg at vera heilt sjáldsom, og sum fekk navnið Sjóskjúrt.
Tjóðsavnið fekk herfyri eitt eintak av einum sera løgnum dýri. Hanus Johansson, sum arbeiðir á alibrúkinum hjá Bakkafrosti á Gøtuvík, legði merki til okkurt løgi, sum svam í vatnskorpuni. Tað vísti seg at vera okkurt slag av dýri, hann ongantíð hevði sæð fyrr.
Hann var so beinasamur at seta seg í samband við Sjódjóradeildina á Tjóðsavninum, sum kundi staðfesta at talan var um eitt ógvuliga serligt slag av hvalspýggju við latínska navninum Physophora hydrostatica.
Hetta er fyrstu fer Tjóðsavnið kennir til, at hetta slagið er staðfest í Føroyum. Tó so, tí á GBIF | Global Biodiversity Information Facility, er ein staðfesting av hesum sama slagið, skrásett at vera funnið á Borðoyarvík í apríl 2025 av einum, sum bert kallar seg Meinhard, og hetta gjørdi hann á appini INaturalist, sí mynd.
Sjóskjúrt, avmyndað á Borðoyarvík av einum, ið bert nevnir seg Meinhard.
Hendan hvalspýggjan hoyrir til ein hvalspýggjubólk, sum á latíni verður kallaður siphonophora, har eisini sjókorkasegl og perlubandshvalspýggja hoyra til. Hetta er í sær sjálvum rættiliga merkisvert, at vit við stuttum millumbili hava lagt til merkis tríggjar nýggjar hvalspýggjur í føroyskum sjógvi – serliga hetta at tær hoyra til ein, her hjá okkum, rættiliga sjáldsaman djórabólk við bert 175 sløgum.
Nýtt navn - sjóskjúrt
Physophora hydrostatica hevði onki føroyskt navn, og leita vit á internetinum, so er heldur soltið við fremmandum nøvnum, men á enskum verður hon kallað Hula skirt siphonophore. Navnið vísir til trevsuta skjúrtið konufólk á Hawaii brúka, tá tær dansa hula-dans.
Her í Føroyum brúka konufólkini skjúrt, og tá hendan hvalspýggjan dansar eitt slag av sjódansi, nakað undir vatnskorpuni, hava vit valt at kalla hana sjóskjúrt.
Serlig hvalspýggja
Støddin á sjóskjúrti er okkurt um 4 * 1,5 cm. Rørslurnar eru eitt sindur dansandi, og verða stýrdar av eini luftbløðru, ið situr ovast á dýrinum, og nøkrum blásibjølgum undir luftbløðruna.
Hyggur ein niður á dýrið, sæst eitt eyga ovast á luftbløðruni.
Hetta er í veruleikanum ikki ein hvalspýggja, men ein hvalspýggjuhópur við spesialiseraðum eindum. Niður úr dýrinum hanga notutrevsur, sum brenna.
Sjóskjúrtið verður gjørt til plakat
Myndin av sjóskjúrti er so mikið vøkur, at avgjørt er at selja hana sum Tjóðsavns plakat. Hon verður at fáa um ikki so langa tíð.