Sjáldsamir fuglar í Føroyum – Bókaútgáva og -framløga
Stórt krossnev, mynd: Silas Olofson
Á hvørjum ári verða Føroyar vitjaðar av ymsum fuglum úr øðrum londum. Summir eru fastir gestir ávísar tíðir, aðrir eru bert at síggja av og á, og kunnu teir koma bæði í stórum flokkum, sum vøkru reyðstaparnir, og einsamallir, so sum hábærsligi gráhegrin.
Men so eru tað teir, sum bert síggjast, um umstøðurnar eru heilt serstakar. Ætt, lufttrýst, vindmegi, hitalag og sjórák spæla saman við atburði og ferðamynstrum á ein hátt, at fremmand fuglasløg úr fjarskotnum londum knappliga lenda á okkara veðurbardu oyggjum.
Slíkar hendingar hava serstakan týdning á fleiri hættir. Fyri serkøn og áhugað er tað sjálvandi nakað heilt serligt at uppliva forkunnugu gestirnir her heima, har vit annars kenna okkara fuglar so væl. Men sum heild kann fyrikomingin av sjáldsomum fuglasløgum siga okkum nakað um størri broytingar í umhvørvinum. Síðstu mongu áratíggjuni eru ávís sløg, sum nærum aldrin sóust, vorðin vanlig, harímillum mong av songfuglasløgunum, og í summum førum eru fyrr vanlig sløg svunnin burtur í onki. Slíkar skrásetingar eru tó í stóran mun knýttar at fólki við áhuga og førleika at eygleiða fugl.
Bókin ”Sjáldsamir fuglar í Føroyum 2010-2019” er ein viðurkenning av tí arbeiðinum, sum persónar við áræði og brennandi áhuga hava gjørt hetta skeiðið og frammanundan. Hon savnar og lýsir allar skrásetingar av sjáldsomum fuglum í Føroyum í hesum tíðarskeiðinum. Flestu fuglarnir, sum vóru skrásettir, eru avmyndaðir, og í bókini verða tær góðskumiklastu myndirnar tiknar við.
Í sambandi við bókaútgávuna verður útgávutiltak á Tjóðsavninum, Brekkutún 6, hósdagin hin 27. november kl. 16:00. Silas Olofson greiðir frá um bókina og tað at eygleiða og skráseta sjáldsamar fuglar, og sjálvsagt verður møguleiki at ogna sær bókina.
Tjóðsavnið gevur bókina út við stuðli frá felagnum “Føroya náttúra – Føroya skúli”.
Høvundarnir eru: Silas Olofson, Leivur Janus Hansen, Jón Aldará og Søren Sørensen.
Sagont, mynd: Silas Olofson
Øsreyður ljómari, mynd: Silas Olofson