“Sjáldsamir fuglar í Føroyum 2010-2019” – Bókaútgáva í pappíri og talgildum líki
Forsíðan á bókini “Sjáldsamir fuglar í Føroyum 2010-2019”. Savna hevur sniðgivið bókina.
Í gjár, 27. november, var tiltak í framsýningini hjá Tjóðsavninum í samband við bókaútgávuna “Sjáldsamir fuglar í Føroyum 2010-2019”.
Bókin er skrivað av Silas Olofson, Leivur Janus Hansen, Jón Aldará og Søren Sørensen, og stuðla av grunninum “Føroya Náttúra – Føroya Skúli”.
Hóast veðrið var keðiligt, vóru um 30 fólk komin at lurta, tá ið Silas legði fram um arbeiðið aftanfyri hetta verkið, sum fevnir um allar skrásetingar av sjáldsomum fuglum í Føroyum í nevnda tíðarskeiðinum.
Bókin fæst til sølu í bókahandlunum kring landið, umframt at ein talgild útgáva kann lesast HER.