Sjáldsamir fuglar í Føroyum 2010-2019

Bókin “Sjáldsamir fuglar í Føroyum 2010-2019” fevnir um allar skrásetingar av fuglasløgum, sum eftir treytum hjá Sjældenhedsudvalget (SU) undir Dansk Ornitologisk Forening (DOF), eru mettir sum sjáldsamir í Føroyum.

Haraftrat eru útvaldar myndir við í bókini, sum eru nýttar sum prógv til SU at góðkenna við.

Arbeiðið við at samskipa skrásetingina av sjáldsomum fuglum í Føroyum og senda skrásetingarnar inn til SU verður í størstan mun gjørt av Silas Olofson og Søren Sørensen í samstarvi við Føroya Fuglafrøðifelag. Skrásetingarnar eru grundaðar á eygleiðingar hjá alskyns fólki kring landi, bæði lærd og ólærd.

Meira kann lesast um Sjældenhedsudvalget her: https://www.dof.dk/aktiv-i-dof/grupper-og-udvalg/sjaeldenhedsudvalget

Nýggjasti føroyski fuglalistin sambært Sjældenhedsudvalget finst her: https://www.dof.dk/aktiv-i-dof/grupper-og-udvalg/sjaeldenhedsudvalget/den-faeroske-fugleliste