Fjøruskeið fyri lærarum og námsfrøðingum

 

Tjóðsavnið skipar aftur fyri fjøruskeiði ætlað lærarum og námsfrøðingum. Endamálið er at geva skeiðsluttakarunum vitan og íblástur til arbeiði teirra við børnum og ungum. Skeiðið er í tveir dagar 22. og 23. august 2023 frá kl. 09.00 til 16.00. Skeiðsleisturin er at gera eina myndafrásøgn av øllum tí, sum verður funnið, og at seta tekstir til. Øll hava snildtelefon, og tað er lætt at taka myndir av tí, sum er at síggja.

Karmarnir um skeiðið eru høli Tjóðsavnsins í Kaldbak og fjøran í Kaldbaksfirði. Pláss er fyri 10 skeiðsluttakarum og undirvísari er Jan Sørensen, leiðari á Sjódýradeild Tjóðsavnsins. Kostnaður kr. 1500,-.

Tilmelding á savn@savn.fo. Í teldupostinum skal verða upplýst navn, teldupostadressa, telefonnummar og hvar rokning skal sendast.

Tilmeldingarfreist er týsdagin 4. august 2023.


SAMBAND

 
Previous
Previous

Døglingar á Kaldbaksfirði

Next
Next

Plantutúrar í Hoyvík týsdagin 11. juli