Grindin ferðast suður gjøgnum Hetlandsrennuna

Grindin, ið var merkt í Syðrugøtu 7. juli, hevur seinastu vikuna ferðast suður gjøgnum Hetlandsrennuna.

 
20190812_1.png
 

Eftir at hava ferðast á Íslandsrygginum í knappan mánað, fór grindin eysturyvir, 60 fjórðingar norðan fyri Føroyar, og komin eystur móti Hetlandsrennuna, helt grindin suður gjøgnum rennuna. Grindin er nú komin suður á 58 stig, eystur av Hebridunum. Men ein hvalur er steðgaður á í Hetlandsrennuni, og er ikki saman við hinum longur. Samband hevur verið við allar merktu hvalirnar góðan mánað, men tann eini sendarin hevur ikki sent seinastu tveir dagarnar, og tí er ógreitt um hesin hvalurin er eftir í Hetlandsrennuni, ella er farin suðureftir saman við hinum trimum hvalunum.

 
 

Samband