Serframsýningin "Smátt - men stórt" útsett til 9. august

Smátt - men stórt

Framsýningin hevur verið at sæð í Vestmanna, Klaksvík, Tórshavn (Finsen), Tvøroyri, Fuglafirði, Skálavík og Sørvági. Yvir 1800 fólk hava vitjað. Nú er so tíðin komin at seta hana upp í Brekkutúni 6. Har er ætlanin, at fólk kunnu síggja hana fram til hálvan september, tá framsýningarnar lata aftur fyri summarið.

Serframsýningarnar um Merkið og Føroysk klæði - gamalt verður nýtt, vera standandi eina viku afturat, so um onkur ikki hevur havt høvi at síggja tær, ber til at gera tað fram til 8. august.

Palli Askham