SKEIÐ: Varðveiting í verki og orði 2
Mynd: Jórunn Reginsdóttir
Latið ei søguna doyggja
Hvør ert tú, um tú ikki kennir tína søgu? Soleiðis verður javnan tikið til, men hvussu tryggja vit okkum, at tað gamla ikki hvørvur heilt? At tað framhaldandi verður ein læruríkur og mennandi partur av samfelag okkara? Til dømis kanst tú fara á skeið á Tjóðsavninum tann 21. apríl.
Skeiðið “Varðveiting í verki og orði 2” verður 21. og 22. apríl 2026. Ert tú handverkari, lærlingur, byggifrøðingur, arkitektur, konservator ella líknandi, og arbeiðir við, ella hevur serligan áhuga fyri gomlum bygningum, so er skeiðið handgjørt til tín. Skeiðið er eitt framhald, men ikki er neyðugt at hava verið við til fyrsta skeiðið fyri at luttaka.
Í tveir dagar leiða Søren Vadstrup, arkitektur MAA, og Thor Grabow og Dorte Jensen, Linolie & Pigment, teg ígjøgnum teori og royndir í praksis á verkstaði, har luttakararnir eisini sleppa at royna seg.
Áhugin fyri at varðveita bygningar og tilfar er vaksandi. Reint søguliga hevur hetta týdning fyri at fáa eitt haldgott innlit í okkara uppruna, men eisini tá tað snýr seg um at ansa eftir jørð okkara, gevur tað meining at hugsa burðardygt. Í hesum sambandi hevur linoljumáling fingið nýtt lív og verður aftur nógv brúkt.
Á skeiðinum verður tú ein partur av hesum áhugaverda og týdningarmikla “grøna” ráki. Evnini verða lýst og kannað bæði teoretiskt og serliga praktiskt í felags samrøðu ella kjaki við undirvísara og luttakara.
Høvuðsevnið á skeiðinum er yvirflatuviðgerð við serligum denti á pigmentum, linoljumáling, tjøru og kálki.
Endamálið við skeiðinum er at gera luttakararnar meira kønar í at arbeiða við varðveitingarverdum og friðaðum bygningum, umframt at gera ein pall fyri hesum tilfari og arbeiðshátti.
Tilmeldingarfreistin er 14. apríl 2026.
Les meira um skránna og tilmelding í innbjóðingini niðanfyri: