Fjakkarin sum kom inn úr kuldanum: Fyrsta skráseting av rekatrantinum í Evropa
Rekatrantur (Sthereus ptinoides) livir í rekaviði. Mynd: Björn Hjaltason
Enn eitt áhugavert skordýr er skrásett í Føroyum. Trantklukkan Sthereus ptinoides (E.F.Germar, 1823) er tó ikki einans skrásett fyri fyrstu ferð í Føroyum, men hetta er eisini fyrstu ferð hon er skrásett í Evropa!
Skordýrafrøðingurin Agnes Kreiling kom fram á tvær klukkur, sum hon ikki kendist við, í skordýrasavninum hjá Tjóðsavninum. Saman við starvsfeløgum eyðmerkti hon tær og fann eina triðju úr Føroyum í skordýrasavninum hjá Statens Naturhistoriske Museum í Keypmannahavn. Heldur ikki henda var eyðmerkt áður.
Tað var als ikki væntandi, at klukkan Sthereus ptinoides skuldi finnast í Føroyum, tí hon livir í høvuðsheitum á landi kring Beringshavið, sum er ímillum landnorðings Asia og útsýnnings Amerika, eitt nú á Aleutoyggjunum, Kamtjatkahálvoynni og Sakhalin. Tó hetta slagið livir í rekaviði og hóast leiðin eystast úr Siberia er long, so mugu hesar tríggjar trantklukkurnar vera komnar rekandi haðani.
Sthereus ptinoidies hevur fingið føroyska navnið rekatrantur.
Grein er skrivað um hetta og er ókeypis á: https://ojs.setur.fo/index.php/frit/article/view/908